Bobler_gron1

Ílegusavnið hevur 3 skráir um hendi:

Ættarbandsskráin
Diagnosuskráin
Vevnaðarskráin


Uppbyggingin fer í høvuðsheitum fram á fylgjandi hátt:

Ættarbandsskráin, ið er eitt ættartræ yvir føroyingar, kemur at fevna um tíðarskeiðið frá umleið ár 1650 til í dag og verður gjørd í samstarvi við Landsskjalasavnið www.lss.fo. Skrásetingararbeiðið byggir á keldur, so sum ministerialbøkur (Kirkjubøkur), Landsfólkayvirlitið, fólkateljingar v.m.

Uppbyggingin av Diagnosuskránni vil verða tengd at einstøkum forkanningum/verkætlanum. og ikki eina heildarflyting av diagnosum og ikki fleiri upplýsingar enn neyðugt er. Diagnosuskráin er ein skrá av diagnosum, sum heilsuverkið hevur diagnostiserað. Heilsuverkið er at skilja sum: Sjúkrahús, kommunulæknar, apoteksverið og tannlæknar.

Áhugaverdar forkanningar vilja so kunna viðføra, at Ílegusavnið inngongur víðari sáttmála við granskingarfyritøkur v.m. um gransking. Tá verður neyðugt at fáa til vega vevnað frá nærri útvaldum persónum.

Uppbyggingin av Vevnaðarskránni vil verða tengd at einstøkum verkætlanum og tá fólk vilja lata prøvar til framtíðar granskingarendamál. Talan kann bæði verða um at taka blóðroynd ella brúka vevnað, ið longu er í savninum hjá heilsuverkinum.

Í sambandi við forkanningar/verkætlanir skal tað í heilsuverkinum verða ein kliniskur ábygdarhavi. Ein kliniskur ábyrgdarhavi er eitt heilsustarvsfólk, við løggilding, ið hevur tilknýti til tað føroyska heilsuverkið. Heilsuverkið fevnir um sjúkrahús, kommunulæknar, apoteksverkið, tannlæknar og serlæknar. Uppgávan hjá kliniska ábyrgdarhavanum er m.a. at tryggja rættleikan á diagnosum, ið verða veittar Ílegusavninum, umframt at veita kunnað samtykki til fólk, ið lata vevnað til granskingarverkætlanir.

 
boks1

boks2

boks3