bobler_bla2

Tíðarlinja – frá traditiónsríkum íleguroyndum til genom-sekventeringar

Tær fyrstu genetisku royndirnar sóu dagsins ljós mitt í 1980’unum. Síðani eru nógv fleiri komnar aftrat. Genetiskir flísar (microarrays) eru samansettar av fleiri einstøkum royndum fyri fleiri hundrað túsund genvaritatiónum. Hesar ”traditiónellu” íleguroyndir og genetisku flísar fara helst framhaldandi at hava ein týðandi leiklut í nøkur ár framyvir.

Tann fyrsti menniskjaligi arvastrongurin bleiv kortlagdur í 2004 við The Human Genome Project. Kostnaðurin endaði á 3 milliardum US-dollarum. Mett varð í 2010, at samlaða mongdin av DNA, sum pr. 2004 var sekventera globalt, nú var sekventera hvønn 16. minutt, takka verið nýggjari, sokallaðari, 2. generatións tøkni. Síðani hevur tøknin flutt seg skjótt frameftir, og í 2012 er ein 3. generatión av tøkni royndarkoyrd.

Roynt verður at fáa kostnaðin av genom-sekventeringum undir 1.000 US-dollarar og sekventerings-tíðina fyri eitt heilt genom niður á eitt korter. Fleiri fyritøkur kappast um at koma við tí best nýtiligu tøknini. Ein av hættunum er nýtsla av einum tóli til støddar sum ein svávuldós, ið kann setast inn í USB-stikkð á einari farteldu. Tó kann tólið ikki sekventera eitt heilt genom. Kostnaðurin fyri meira óneyvar genom-kanningar, ið ofta verða brúktar av privatum útbjóðarum, er seinastu fimm árini fallin frá uml. 1.000 US-dollarum til 100 US-dollarar. Fyritøkan ‘23andme’ hevði í 2011 eitt tilboð til limir um eina partvísa genom-sekventering fyri 1.000 US-dollarar.

DNA-sekvenator

Fyritøkan Oxford Nanopore framleiðir nú hendan eingangs DNA-sekvenatorin, minION, ið er útgjørdur við einum USB-stikki, so tað kann setast beinleiðis inn í eina farteldu. Royndin dryppast niður í holið í miðjuni. Kelda: Oxford Nanopore

Upprunalig kelda: Det Etiske Råd etiskraad.dk/Projekter/~/media/bibliotek/rapporter/2012/Genom-undersoegelser.ashx
 
boks1

boks2

boks3