Bobler_gron1

Dømi: Tilvildarlig fund og rætturin til ikki-vitan

Summar mutatiónir í bróstkrabbaíleguni BRCA2, hava eisini lyndi til prostatakrabba hjá mannligum familjulimum, ið hava arvað mutatiónina, har talan er um markant hægri risiko, enn tað er fyri bróstkrabba. Tí er tað ikki vist, at sjúklingurin ella royndarpersónurin ynskir hesa vitan.

Læknin kann áðrenn kanningina spyrja sjúklingin ella royndarpersónin, hvørs roynd verður kannað fyri arviligan bróstkrabba, um viðkomandi ynskir at fáa tað at vita, um royndin inniber svar um prostatakrabba. Heilt óvantaðar finningar kunnu eisini koma fyri. Granskarin finnur kanska okkurt, ið peikar á eitt ættarbregði, ið er heilt óviðkomandi í mun til kanningarætlanina. Læknin kann eisini av tilvild varnast, at ein sjúklingur, ið verður kannaður fyri hjartasjúku, er arviliga disponeraður fyri demens. Tað kann eisini henda, at ein heilt tilvildarlig finning kemur fyri.

Um læknin av tilvild hevur funnið út av onkrum, hevur hann ikki havt møguleika til at fáa sjúklingin at taka støðu til, um hon/hann vil hava at vita, hvat læknin hevur funnið. Um læknin í hesari støðu vendir sær til sjúklingin, ger hann seg møguliga inn á rættin til ikki at vita, tí læknin allarhelst má kunna sjúklingin eitt sindur um sjúkuna, fyri at hann kann taka støðu. Tað kann eisini vera torført hjá sjúklinginum í hesi støðu at bera seg undan at fáa kunning, sum viðkomandi má vænta at hava ein vissan týdning.

Upprunalig kelda: Det Etiske Råd etiskraad.dk/Projekter/~/media/bibliotek/rapporter/2012/Genom-undersoegelser.ashx

 
boks1

boks2

boks3