Bobler_bla1

Genom-kanningar og privatlívs friðurin

Spurningurin um hvussu genom-kanningar kunnu avbjóða virðingina fyri privatlívi hjá tí kannaða, er viðkomandi í sjúkuavgerðarligum samanhangi. Tað kemst av, at genom-kanningar kunnu útvega lutfalsliga stórar mongdir av persónsviðkvomum dátum og kunning, ið verður varðveitt, hóast bert ein lítil partur verður brúktur. Harvið avbjóða genom-kanningar eitt prinsipp um gjøgnumskygni í fyrisitingini, sum sigur, at sjúklingar eiga at hava somu atgongd sum heilsustarvsfólkið til tær persónsviðkvomu upplýsingarnar, ið eru varðveittar um viðkomandi.

Eisini í granskingarsamanhangi er spurningurin viðkomandi. Kanningar benda á, at tað í nøkrum førum kann vera torført at varveita anonymitetin hjá tí kannaða, hvørs genom-dátur kunnu geva møguleika fyri re-indentifikatión av anonymiseraðum royndarpersónum.

Bæði í sjúkuavgerðarligum- og granskingar- og privatum samanhangi er tað vandi fyri, at til dømis tryggingarfeløg og arbeiðsgevarar fáa atgongd til persónsviðkvæmar upplýsingar, ið liggja á goymslu. Tað skal tó nevnast, at í fylgi lógini kunnu tryggingarfeløg ikki biðja kundan um úrslit av genetiskum kanningum.

Upprunalig kelda: Det Etiske Råd etiskraad.dk/Projekter/~/media/bibliotek/rapporter/2012/Genom-undersoegelser.ashx
 
boks1

boks2

boks3