T˙ ert her: Kontrollpersˇnar
 
Bobler_gron1

Kontrollpersónar

Tað er møguligt hjá fólki at lata blóð- ella spýttroynd til framtíðar granskingarverkætlanir, antin sum kontrollpersónar ella tí at tú hevur ávísa sjúku. Ynskir tú at lata eina blóð- ella vevnaðaroynd, kanst tú ringja til 30 47 00 ella skriva til biobank@ls.fo ella tosa við læknan hjá tær. (Les meiri um skipanina her).

Lata blóðroynd til ítøkiliga verkætlan:
Í sambandi við granskingarverkætlanir innan ættarbregði (ílegur/genir) er tørvur á persónum, ið ikki hava viðkomandi sjúku/sjúkufyribrigdi, ið vilja verða samanberingargrundarlag (kontrolpersónar). Tørvur er á lítlari blóðroynd ella spýttroynd. Kontrolpersónar verða annars ikki spurdir um sjúku yvirhøvur.


Luttøkan er í øllum førum ókravd og sjálvboðin. Tað ber til seinni at hálsa um og taka seg burturúr kanningini. Lýsingar av úrslitum koma bert fram sum samlað úrslit og ikki sum einstakir persónar.
Til ber at melda seg til eina ella báðar verkætlanirnar.

Ring á 30 47 00 ella skriva til biobank@ls.fo
- síðani frættir tú aftur.


 
boks1

boks2

boks3